Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Grønlandi hevur helvtin av arbeiðsstyrkini bert fólkaskúlaprógv, meðan tilsvarandi talið fyri Danmark er 15%. Í Danmark hava 45% av løntakarunum hægri útbúgving, meðan bert 17% av grønlendingum hava tað. | Mynd: Kelda: Danmarks Nationalbank, januar 2026.

Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkaskúlaprógv

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.02.2026 - 13:55 Poddar Tíðindi

Í mun til áleið 13-15% av føroyingum í arbeiðsførum aldri, so er fólkaskúlaprógv hægsta útbúgvingarstig hjá 49% av grønlendingum í arbeiðsstyrkini.

Hetta er lýst í nýggjari greining hjá danska Tjóðbankanum av grønlendska búskapinum.

“Hetta var eitt sindur skelkandi at hoyra um” greiðir Johnny í Grótinum frá í nýggja partinum av poddrøðini “Búskapur í øllum”. “Sambært tjóðbankanum er hetta ein týðandi partur av forkláringini uppá, at búskaparliga virðisskapanini í Grønlandi er nógv lægri enn í Danmark og Føroyum. Hetta vísir samstundis eisini potentialið í at økja um virðisskapanina í Grønlandi.”

Nýggi parturin av “Búskapur í øllum” snýr seg um grønlendska búskapin samanborið við føroyska búskapin. Johnny vitjaði í Nuuk í januar, har hann luttók í ráðstevnu saman við formonnunum í grønlendska og danska búskaparráðnum.

Búskapur í øllum: Grønlendski búskapurin í afturgongd hóast stórt uppmerksemi

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing