Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunnilin og espresso-maskinan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2026 - 22:24 Poddar Politikkur Tíðindi

Hví verða stórar almennar íløgur so ofta samtyktar við breiðari politiskari undirtøku — meðan truplar nýskipanir aftur og aftur verða útsettar?

 

Tað er evnið í nýggjasta partinum av poddinum Búskapur í øllum, har vit hyggja nærri at einari kendari búskaparligari teori: public choice. Hon roynir í grundini at skilja politikk við somu logikki, sum búskaparfrøði brúkar til at skilja marknaðir.

Høvuðstankin er einfaldur: politikarar eru eisini menniskju. Teir reagera upp á insitamentir — til dømis ynskið um at verða afturvaldir.

Í poddinum verður hetta forklárað við eini einfaldari søgu.

Ímynda tær eitt arbeiðspláss við 50 starvsfólkum. Fimm teirra elska kaffi og vilja hava eina dýra espresso-maskinu fyri 50.000 krónur. Rokningin verður býtt út á øll starvsfólkini næstu fimm árini. Tað svarar til umleið 16 krónur um mánaðin í part.

Fyri tey flestu er tað ikki nokk til at fáa tey at mótmæla. Men fyri teir fimm glaðu kaffidrekkararnar er vinningurin stórur. Tí arbeiða tey hart fyri at fáa maskinuna keypta — og maskinan endar við at verða keypt.

Hetta er júst tann mekanisman, sum búskaparfrøðingar kalla “savnaðir fyrimunir og spjaddir kostnaðir.”

Ein lítil bólkur fær ein stóran og sjónligan fyrimun. Kostnaðurin verður spjaddur út á nógv fólk, sum hvør sær bert merkja ein lítlan part.

Tá hendir tað ofta, at avgerðin verður tikin — eisini hóast búskaparliga grundarlagið er veikt. Í poddinum verður hetta sett í samband við føroyska samfelagskjakið um stórar íløgur í undirstøðukervið, samstundis sum truplar nýskipanir í vælferðarskipanum — sum pensjónsaldur og fíggjarpolitiskt haldføri — hava nógv truplari við at fáa politiska undirtøku.

Boðskapurin er ikki, at politikarar eru óheiðurligir. Boðskapurin er, at politiska skipanin hevur innbygdar eggjanir, sum gera summi sløg av avgerðum nógv lættari enn onnur.

Og tí er spurningurin í síðsta enda ikki bara um ein tunnil er skynsamur ella ei. Spurningurin er: Hvørjar avgerðir eitt fólkaræði hevur lættast við at taka — og hvørjar tað hevur lættast við at útseta?

Sjeyndi poddurin kann hoyrast herundir. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…