Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2026 - 13:37 Tíðindaskriv

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið.

 

 

Á fundinum umboðaði Jóhan M. Stenberg Sjálvstýrisflokkin, og tað var sera áhugavert at hoyra Jóhan greiða frá hvussu Sjálvstýrisflokkurin ætlar at menna skúlaskipanina, soleiðis at hon í størri mun fevnir børnum og ungum, ið bera brek.

Lógir og skipanir á skúlaøkinum eru ikki nøktandi tillagað og mangan eru týðandi manglar innan eitt nú atkomu og møguleikarnar at tillaga umstøður, karmar og samskifti við bæði børn og avvarðandi teirra á rímiligan hátt. Hetta eigur mann at arbeiða fyri politiskt.

Jóhan nevndi nýggja átakið hjá Parasport Føroyar, ”Øll við”, sum eitt sólskynsdømi um, hvussu vit í felag eiga at virka fyri at fáa øll við í felagsskapin.

Jóhan hevur sjálvur verið hoyrt eitt barn við breki siga ”eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”, nevniliga tí at karmar, umstøður og samskifti ikki vórðu nøktandi tillagað til tørvin hjá viðkomandi.

MEGD fegnast um at tað er eitt hjartamál hjá Sjálvstýrisflokkinum at betra um korini hjá børnum og ungum, ið bera brek, og avvarðandi teirra innan skúlaøkið. Hetta er eisini kjarnin í altjóða brekrættindasáttmálanum og serliga grein 24 um útbúgving.
MEGD ynskir bæði Jóhan og Sjálvstýrisflokkinum eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Soleiðis kann bústaðartrotið loysast
Loysa haldføris­trupulleikar­nar – men á r…
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Lýsing