Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fingrarnar vekk frá SEV!

SKRIVAÐ: Haraldur Símunarson Hammer  |  13.03.2026 - 17:58 Politikkur Tíðindaskriv

Á einum veljarafundi varð nógv tosað um grøna orkuskiftið. Tað er eitt týdningarmikið mál, og øll ynskja vit meira orku – so grøna sum gjørligt. Men samstundis mugu vit minnast til, hvat vit longu hava bygt upp í Føroyum.

 

 

 

SEV er ein solidarisk skipan, sum allir føroyingar eiga í felag.

Hon hevur í ára tíggju tryggjað, at fólk kring alt landið hava fingið streym fyri ein rímiligan prís. Tað eigur hon framvegis at gera. Tí skulu vit vera greið: Fingrarnar vekk frá SEV.

Tað merkir tó ikki, at vit ikki skulu menna orkuframleiðsluna.

Tvørturímóti, eru góðir møguleikar á framleiðslusíðuni – til dømis við vindmyllum og øðrum verkætlanum.

Har kunnu privatar fyritøkur sleppa at bjóða uppá framleiðslu, so vit fáa meira orku. - Men fyri søluna úti í hinum endanum, má tað altíð vera møguleiki hjá kundanum at keypa beinleiðis frá SEV, og ikki einum millum liði, ið skal ogna sær krónur inn tann vegin.

Eisini er tosað um verkætlanir, so sum Eysturlund, myllur hjá Hiddenfjord, o.a. - Tað hevur Sambandsflokkurin eina loysn uppá.

Málið má vera greitt: nógv orka, so grøna sum gjørligt, tá tað loysir seg – og fyri ein skynsaman prís, sum øll kunnu gjalda.

 

Haraldur Símunarson Hammer

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag