Lýsing
Lýsing
Lýsing

FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í páskaferiuni

SKRIVAÐ: FC Suðuroy  |  14.03.2026 - 08:25 Ítrottur Tíðindi

Seinast í marsmánaði hava skúlanæmingar páskaferiu og FC Suðuroy bjóðar tá til tveir spennandi fótbóltsskúladagar. 

 

Flestu fótbóltskúlarnir kring landið hava ligið í summarferiuni, men í ár ynskir FC Suðuroy at byrja fótbóltsárið við einum fótbóltsskúla mánadagin 30. og týsdagin 31. mars.

Marghøllin og vøllurin á Vágseiði verða í ár karmar um fótbóltsskúlan og koma venjarar úr FC Suðuroy og eisini nakrir úr øðrum feløgum at standa fyri venjingunum. 

Umframt fótbóltsvenjing, so eru eisini stuttlig spøl, matur, hugnaligur felagsskapur og svimjing á skránni hesar dagarnar í Vági.

Tilmeldingin til fótbóltsskúlan byrjaði í vikuni og longu nú hava nógv melda til og spennandi verður um hesin fótbóltsskúlin verður enn størri enn í fjør.
Aldursmarkið er at ein skal vera fyltur 8ár í ár og upp til 15ár og er fyri øll, óansæð úr hvørjum felag ella hvørjum menningarstigi ein er á. 

Seinasti partur av fótbóltsskúlanum verður skipaður sum dystarseinnapartur við nógvum blandaðum liðum og tá ið skúlin endar fáa allir luttakararnir eisini hvør sín fótbólt og t-shirt. 

Vælkomin til nakrar spennandi fótbóltsdagar í Vági í páskaferiuni.

 


Leinkjan til tilmelding sæst her: https://www.atgongumerki.fo/3587140/fotboltsskulin-i-vagi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…