Miðflokkurin: Burtur við islam, KvF-gjaldi og nýggjum tjóðleikhúsi
Tann seinasta, men afturfyri kanska eisini tann greiðasta, valskráin til fólkatings- og løgtingsvalið var tann hjá Miðflokkinum, ið varð løgd fram í Norðurlandahúsinum fyrrapartin. Harí stendur millum annað, at ætlanin um nýtt tjóðleikhús skal sleppast og Norðurlandahúsið brúkast í staðin, at kringvarpsgjaldið skal gerast sjálvboðið framyvir, og at ongin moské skal byggjast í Føroyum.
Men tað er, als ikki óvæntað, fosturtøkulógin, sum fyllir mest í valskrá Miðfloksins. Eitt av valevnunum sigur, at fosturtøkulógin skal avtakast, ella rættari ongantíð koma í gildi – hon er annars sett at koma í gildi 1. juli. Eitt annað valevni sigur, at nullhugsjónin skal setast í gildi á hesum økinum – onki barn skal doyggja í barnsburðartíðini, sum hann orðar tað.
Slagorðini í valskránni er ”Álítandi – Miðvísur – Djarvur”, og eitt av málunum er at broyta taxfree-skipanina, soleiðis at skaðar av rúsdrekka, tubbakki og snúsi skulu fyribyrgjast í lógini um tollfría sølu og innflutning. Hóast valskráin sum heild er rættiliga greið, er hetta punktið tað ikki.
Hinvegin er heilt greitt, at Miðflokkurin ynskir at avtaka kringvarpsgjaldið fyri tey, ið ikki ynskja at síggja og hoyra Kringvarpið, og at tað skal vera sjálvboðið, hvørjar miðlar man lurtar eftir, hyggur at, og rindar til. Tað framgongur eisini, at Miðflokkurin ikki ynskir at minka blokkstuðulin úr Danmark, fyrrenn ein ”fíggjarlig uppgerð” fyriliggur. Og so ynskir Miðflokkurin, at nýtt Tjóðleikhús ikki skal byggjast, men at Norðurlandahúsið í staðin skal yvirtakast og umgerast til tjóðleikhús.
Eisini ynskir Miðflokkurin at seta á stovn ein almennan banka, ið skal veita lán við 1. veðrætti til húsakeyp. Leigustuðul skal javnsetast við rentustuðul, og so skal fiskivinnan aftur hava langtíðarloyvi. Tað hevði hon í valskeiðnum 2019-2022, men loyvistíðin varð stytt undir seinastu samgonguni. Og sum rosinan í pylsuendanum vil Miðflokkurin, at Sendistova Føroya, sum í dag liggur í Tel Aviv, verður flutt til Jerusalem.
Øll valskráin hjá Miðflokkinum kann síggjast á Heimasíðu Miðfloksins.