Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greiður sigur til VÍF í gjár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.03.2026 - 14:20 Ítrottur Mentan Myndarøð

Sum so mangan, so vóru tað persónligu mistøkini, sum kostaðu Stjørnuni  dýrt, tá tær í gjár tóku ímóti VÍF. Tað gekk javnt á stóran part av fyrra hálvleiki. Tá leiktir vóru 24 minuttir var støðan 13-12 til VÍF, men tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, eydnaðist tað ikki heimaliðnum at fáa mál, meðan VÍF hesa løtuna skoraði fimm ferðir, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 18-12 til gestirnar.

VÍF legði hart út í seinna hálvleiki, tá leiktir vóru 6 minuttir av seinna hálvleiki, var leiðslan hjá VÍF økt til 9 mál, støðan var tá 23-14 til VÍF. Stjørnan royndi at svara aftur, og tá dysturin var 53 minuttir gamal, var leiðsan hjá VÍF minkað til 4 mál, men nærri kom Stjørnan ikki, og tað sum eftir var av dystinum, dró VÍF frá aftur Stjørnuni, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 35-27 til VÍF.

Sum úrslitini annars lagaðu seg, so verða tað Stjørnan og Neistin sum møtast í ”aðrari fjóðringsfinaluni”, meðan tað helst verða VB og VÍF sum møtast í ”hinari fjóðringsfinaluni”.

Skal Stjørnan gera sær vónir um at koma í eina hálvfinaluni, so mugu tær fáa stýr á persónligu mistøkunum, og má nógv meira ferð yvir álopsspælinum, serliga uppspælið til nýtt álop gongur alt ov seint. Hetta eru ting  arbeiðast kann við.

 

Málini hjá Stjørnuni skutu: Ella L. Samson 6, Tóra Eliasen 5, Iulia Nalvik 5, Durita K. Ljósstein 4, Brynja Høj 2, Eydna  D. Joensen 2, Joan Sørensen, Julia Høgnesen og Julia J. Lydersen 1 mál hvør.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag