Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein fantastisk konsert á altjóða støði, er tann stutta lýsingin. | Mynd: Dávur Winther

Sum ein dreymur

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  16.03.2026 - 16:52 Mentan Myndarøð Poddar Tíðindi

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í Varpinum í gjár

Eg havi ikki orð fyri – og orð kunnu illa til fullnar lýsa – hvussu framúr góð kenslan var eftir konsertina. Ein fantastisk konsert á altjóða støði, er tann stutta lýsingin.

Slík konsert kann bara upplivast á staðnum!

Stuttligt var eisini at hoyra teir mongu tónleikararnar bedýra hølið sum ómetaliga gott at spæla og framføra í.

 – Rúmið ber tónleikin so væl og legði so nógv afturat tónleikinum, so tað var gott og lætt fyri tónleikaran at spæla inni har. Av somu grund fær áhoyrarin so nógv við, ókeypis fyri peningin, sum onkur tók til.

 

Stutt úr skránni:

Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, klaverspælari og elektroniskur tónleikari. Við masterútbúgving í tónasmíði frá New York University hevur Eli seinastu árini samstarvað við BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborgs Symfoniorkestur, The Rhythm Method, Aldubáruna og nú eisini Føroya Symfoniorkestur.

Orkesturverk hansara; “let me cry”, sum gjørdist eitt satt gjøgnumbrot í 2024 var flott og væl spælt. Hann var sera fegin fyri framførsluna og gav orkestrinum og rúminum nógv rósandi orð.

Aksel Remmel, flygilsolo til Sergej Rachmaninov klaverkonsert nr. 2 var heilt burturvið flott – Tikið úr leiki, væl spælt!

Hetta drúgva og vakra stykkið uttan nótar og í sera, sera góðum samspæli við orkestrið, var ótrúliga og ólýsandi flott, vakurt og hugtakandi.

Tjajkovskij 4. symfoni

4. symfoni eftir Tjajkovskij, sum er skrivað millum 1877-1878 eitt verk, sum hevur allan skalan við yndisleiki, teskandi piano, brúsandi fortissimo, har hvør einasti leikari fær seg royndan.

Verkið snýr seg um “fatum”, sum merkir lagna á latínskum, og tí eisini kent sum lagnusymfoniin.

Her hevði dugnaligi dirigenturin, Catherine Larsen-Maguire, almikið at gera og dugdi hegnisliga væl at føra dirigentstokkin. Hon dugdi væl at eggja, samlaði træðrirnar væl, men ikki minni dugdi hon at skapa tann alt umráðandi dynamikkin og varðveita íblásturin, stykkið krevur! UG!!

Tað er einki at taka seg aftur í, at konsertin í gjárkvøldið í Varpinum var ein í heimsflokki. Áhoyrararnir nøgdir og glaðir, og sum eg skilti á lagnum, so vóru tónleikararnir tað sama.

Eg var so bersøgin, at eg spurdi nýggja dirigentin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, hvussu hon upplivdi konsertina. Jú, hon hevði nógv rósandi orð til orkestrið, at hetta vóru sera dugnalig fólk, fitt og løtt at vera saman við, segði hon.

Tá ið eg so spurdi um ljóðgóðskuna í høllini, svaraði hon í stundini: "It is a Dream"!...

Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Hon hevur staðið á palli við framúr góðum orkestrum sum London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta – og í gjárkvøldið frammanfyri tí dugnaliga og væl spælandi Føroya Symfoniorkestri í Varpinum.

Tá ið tey riggaðu til og gjørdu ljóðroyndir, undan konsertini í gjár, gekk Catherine runt um í høllini fyri at “merkja” ljóðið. Tá ið hon kom aftur til orkestrið, segði hon við tónleikararnar: “With this orchestra and this hall, we can create miracles”!

Stóra takk fyri hesa framúr, fantastisku konsert og uppliving í okkara fitta Varpi, sum tit enn einaferð hava fortalt okkum, er fantastiskt!

Vælkomin aftur eina aðra ferð!

 

Samrøður eru við:

Jógvan við Keldu, klaverleikara og kórleiðara

Hans Petur í Brekkunum, stjóra á Føroya Symfoniorkestri

Sunleif Rasmussen, tónaskald

Eli Tausen á Lava, tónaskald

Andreas Restorff, tónleikara

Catherine Larsen-Maguire, dirigent

Kim Hansen, tónleikara

Jákup Weihe, tónleikara, sjónleikara og skemtara

Annfinnur Heinesen, leiðara í Varpinum

 

Hoyr samrøðurnar niðanfyri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sum ein dreymur
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Lýsing