Í dýrdarveðri kom Smyril til Klaksvíkar eftir KÍ fjepparum, sum í hópatali høvdu gjørt seg út at síggja KÍ í finaluni um løgmanssteypið. Dagurin situr enn fastur í minninum hjá mongum og 29. oktober í ár fara vit aftur til Havnar til steypafinaluna, mótstøðuliðið er sum í 2016 aftur Víkingur.
Undan finaluni 27. august í 2016 skrivaði Norðlýsið soleiðis um kunningina í sambandi við, at Smyril fór til Havnar við KÍ-viðhaldsfólkunum.
”Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari, sigur við Norðlýsið, at Smyril fer at leggja at á Kósabryggjuni. Fólk skulu ganga gjøgnum los hurðina. Tað merkir, at eingir bilar sleppa við, men koyristólar o.s.v. er eingin trupulleiki at fáa við, sigur hann. Túrurin suður fer væntandi at taka fimm korter.
Smyril kemur á Klaksvík leygardagin kl. 13.15 og beinanvegin tá sleppa fólk umborð. Fráferð er kl. 14.00. Túrurin við Smyrli er langt síðani útseldur og tað merkir, at umleið 975 ferðafólk vera við á túrinum, um øll møta upp”
Finalan byrjaði kl. 18.00.
Ársins finala um løgmanssteypið 29. oktober byrar kl. 19.00. Atgongumerki fáast í nethandlinum á fsf.fo.


















































