Útróðurin við bátum í Íslandi byrjaði so at siga samstundis, sum sluppirnar fóru á Eysturlandið at fiska um 1870.
Jógvan Arge fer í dag, týsdagin kl. 16 at greiða frá søguni um útróðurin á Eysturlandinum á samkomu í Smæruni í Klaksvík í sambandi við torradagarnar.
Tey fyrstu árini lógu sluppirnar inni á firðunum. Teirra bátar fiskaðu har nærhendis og avreiddu til skipið hvønn dag. Tó var so skjótt, at menn úr øllum landinum fóru til Íslands at rógva út uttan skip.
Farið var við ferðamannaskipi yvir og høvdu teir bátar og útgerð við sær. Hetta var sum oftast í mei-juni. Leiðin lá mest yvir á Seyðisfjørðin, og haðani til fleiri aðrar bygdir á Eysturlandinum sum Vopnafjørð, Bakkafjørð, Borgarfjørð, Norðfjørð, Vattarnes, Skála og mong fleiri. Innivist fingu menninir hjá bóndum. Skip komu so yvir eftir teimum aftur í august-september.
Summar heimferðir vóru ringar. Tiltikin er heimferðin hjá monnunum, sum vóru við ”Vaagen” seinast í 1880unum. Teir fingu ódnarveður allan vegin, og varnaðust ikki land, fyrrenn teir vóru komnir inn undir Fugloynna.
Stundum vóru meir enn túsund menn og kvinnur til lands í Íslandi. Kvinnurnar fóru yvir at arbeiða í fiski seinast í 1880unum. Tær vóru eisini um alt Eysturlandið, og arbeiddu bæði hjá føroyingum og íslendingum.
Føroyski úrtóðurin til lands í Íslandi helt uppat, tá Ísland fekk sjálvstýri. Tá fekk ongin loyvi til at fiska innan fyri mark. Seinni varð tikin upp tátturin, at føroyngar róðu út við íslendingum kring um alt Ísland.
Í 1843 bleiv Altingið endurstovnað sum ráðgevandi tjóðarting, og í 1874 fekk Ísland eina stýsisskipanarlóg, sum gav Altinginum heimild til lógararbeiði. Heimastýrið bleiv sett í verk í 1904, og í 1918 bleiv Ísland ein sjálvstøðugt ríki, men við ”personalunion” – persónssamband við Danmark.
Persónssambandið millum Danmark og Ísland bleiv tó uppsagt av íslendingum á fólkaatkvøðu í mei 1944. Tað sigst, at meir enn 98 % atkvøddu fyri avtøku av sambandinum við Danmark, og tann 17. juni 1944 bleiv Ísland so lýst sum sjálvstøðugt lýðveldi.
Týsdagin kl. 16.00
í Smæruni í Klaksvík
Sí Torraskránna HER







