Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til tykkum ið geva blóð í Klaksvík

Tíðindaskriv

Hugnaløtan avlýst

Góðu blóðgevarar

Tak er kun et fattigt ord – og tó

Á hvørjum ári hevur Klaksvíkar Blóðdonorlið eina hugnaløtu, vanliga í november, har vit hava okkurt fakligt innslag, kanska okkurt skemt, okkurt etandi, sang og annars bara nógvan hugna. Vit gleða okkum hvørt ár til hesa hugnaløtu, tí tað er ein máti hjá okkum at siga ”takk” til øll tykkum, ið eru við til at bjarga lívum, við at geva blóð. Og nú november er farin at halla, skuldu vit aftur til at leggja ætlan um hesa hugnaløtu.

Í ár er tó einki sum tað ”eigur” at vera. Næstan alt hetta árið hevur verið merkt av ótta og undran um, at heimurin er vorðin ein heilt annar. Tiltøk í stóran stíl eru avlýst, føðingardagsveitslur og brúdleyp eru minkað niður í smáar familjudøgurðar ella skipað við fastari tíðarætlan, soleiðis at ikki ov nógv eru saman í senn. Hugtøk sum ”saman í fjarstøðu” og ”minst til frástøðu” eru vorðin vanlig. Vit hava øll lært at spritta hendur, ikki at klemmast, ikki at heilsast við lógvataki og vit práta við starvsfólk í handlum við pleksiglasi ímillum okkum.

Alt hetta ger, at vit í Klaksvíkar Blóðdonorliði hava tikið avgerð um, at hugnaløtan í ár er avlýst. Tað eru vit sjálvandi kedd um, tí sum nevnt er hetta okkara tøkk til tykkum, sum geva blóð. Men vit vóna at komandi ár fer alt aftur at verða sum tað ”eigur”, soleiðis at vit kunnu hava okkara árligu hugnaløtu.

Takk til øll tykkum, sum stuðla okkum, við trúliga at møta á rannsóknarstovuna at geva blóð. Vit vóna at vit kunnu bjóða tykkum til eina hugnaløtu tíðliga í 2021, heldur enn at bíða eitt heilt ár.

Takk!

Vinarliga

Blóðbankin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

Harleywoodpaint