Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilboðið í Snjallubjallu verður víðkað

Tíðindaskriv

Eftir summarferðiuna fær Snjallabjalla fleiri fermetrar at ráða yvir, soleiðis at øll børn, sum ynskja tað, kunnu fáa pláss á frítíðarskúlanum tá skúlin byrjar aftur.

Seinastu tíðina hevur Snjallabjalla havt ein bíðilista, men kommunan hevur leingi ynskt, at kunna bjóðað øllum børnum í 1. og 2. flokki pláss í frítíðarskúlanum. Tí hevur Klaksvíkar kommuna leitað eftir røttu loysnini viðvíkjandi hølisviðskiftunum hjá Snjallubjallu, og nú er loysnin funnin. Fyri at nøkta økta tørvin, fer Snjallabjalla framyvir eisini at húsast í kjallaranum hjá Húsmøðrafelagnum á Bøgøtu. Framanundan húsast Snjallabjalla á Skúlavegi 1, í Batmintonhøllini og í Skákinum.

– Vit hava leingi ynskt at fáa bíðilistan burtur, soleiðis at stovnurin kann rúma øllum børnum í hesum aldursbólki, tí er tað sera gleðiligt, at ein góð loysn nú er funnin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í fíggjarnevndini.
 

Snjallabjalla letur upp aftur 19. Aug.