Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilmæli um ferðing á páskum

Tíðindaskriv

Epidemikommisjónin mælir til, at bara fastbúgvandi føroyingar ferðast til Føroya á páskum. Øll, ið ferðast til Føroyar, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar.

Epidemikommisjónin mælir øllum til eisini at virða tilmælini frá myndugleikunum á páskum.

Tað vil siga, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum. Tey, sum ferðast til Føroya, eiga eisini at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber, at tú verður heima við hús, fær ikki fólk á vitjan, og ikki fer av matriklinum.

Fólk, sum arbeiða í Danmark, lesandi, og onnur, sum hava fastan bústað í Danmark, verða í hesum høpi ikki roknaðir sum fastbúgvandi føroyingar.

Epidemikommisjónin vónar, at tilmælini verða vird, og at eingin ferðast til Føroya, uttan at tað er hægst neyðugt.

Eisini verður á páskum framhaldandi mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri, tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk. Mælt verður til at halda hóskandi fjarstøðu, í minsta lagi 2 metrar, at vaska sær væl um hendurnar, og at avmarka kropsligt samband við onnur, sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.

Harleyfacadeacryl