Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022

hav.fo

Tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022 er latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Við støði í umsitingarætlanini frá 6. mai 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5% og fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5%.

Á Føroyabanka hava fleiri vinnuligar royndir verið gjørdar í 2019 – 2021. Úrslitini frá hesum royndum vísa, at tað er framvegis sera lítið at fáa av toski í mun til onnur fiskasløg, men at tað eru stórar nøgdir av hýsu og longu á Føroyabanka. Fyri at gagnnýta hetta tilfeingið mælir Havstovan til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka.

Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.

Tilmælið sæst við at trýsta her.