12. januar kl. 17 letur tilmeldingin upp til ymisk skeið, sum byrja í várhálvuni og í summar
Nøkur skeið verða skjótt fullteknað, so tað ræður um at verða klárur, nú tilmeldingin letur upp.
Handarbeiðsskeiðini á Syðradali við Paulinu M.K. Eliasen eru ógvuliga væl umtókt. Tað byrjaði við einum skeiði fyri nøkrum árum síðani, men eftirspurningurin var so stórur, at nú eru ikki minni enn seks summarskeið á Syðradali við Paulinu. Tað koma kvinnur úr øllum landinum, og fleiri velja at gista í oynni ta vikuna skeiðið er.
Tilmelding er á heimasíðuni wwwkks.fo



