Mánadagin 5. feb. verður árligi tilmeldingardagurin hjá KÍ.
Tilmeldingin kemur at verða í KÍ loftinum, har børn og ung gjalda lima- og leikaragjald.
Tilmeldingardagurin verður frá kl. 16.00 til 19.00.
Kostnaður:
Barn nummar 1 kr. 700,-
Barn nummar 2 kr. 400,-
Barn nummar 3 kr. 100,-
Umframt at gjalda kontant ber eisini til at gjalda við korti (Visa og MasterCard) og flyta á konto 9865 1027705
Vit síggja fram til eitt gott og spennandi kappingarár.
Vælkomin
Koyr á KÍ!



