Tímalønt starvsfólk skulu tryggjast betri rættindi.
Tá eldraøkið lá undir landinum, vóru hjálparfólk sett í fast starv, men tá økið bleiv lagt út á kommunurnar at umsita, blivu hjálparfólk ikki sett í fast starv longur, men hava arbeitt sum tímalønt í fleiri ár. Summi verða tó sett í tíðaravmarkað starv, men tað er ikki serliga nøktandi.
Tá ein arbeiðsgevari kann brúka hesi starvsfólk í arbeiðinum til dagliga, so eiga tey at verða sett í fast starv, eftir 1 ár. Eldraøkið hevur ikki nóg nógv av faklærdum á økinum og hava tískil brúk fyri øllum teimum hondum, tey kunnu fáa fatur á. Felagið heldur ikki tað er rætt, at tey bara verða brúkt sum ífylla á arbeiðsplássinum, fyri at dekka vaktirnar. Tey skulu hava somu virðilig kor, sum tey í føstum starvi. Fóru øll hesi tímaløntu starvsfólk til hús, hevði økið kollapsað. Vit skulu sjálvandi hava fakligheit og útbúgving á økinum, tað er alneyðugt, fyri at tryggja eitt ávíst fakligt støði í røktini, men veruleikin vit liva í, er at tað er stórt trot á útbúnum fólki. Nógv av hesum tímaløntu, hava ikki umstøður ella hug at fara í skúla og hvat ger mann so? Tú kanst ikki tvinga fólk at fara í skúla. Setið tey í føst størv og førleikamenni tey, so tey eru búgvin til allar tær ymsu uppgávurnar í arbeiðinum. Tí vit kunnu sum samfelag, ikki klára okkum uttan hesi fólk, sum í nógvum førum hava arbeitt í nógv ár á økinum og hava upparbeitt sær eina stóra vitan.
Vit kunnu ikki góðtaka hetta trælahaldið longur, men vit eiga sum samfelag, at tryggja hesum bólki, virðiligari kor.




