Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tingmenn sum jólatrøll

John William Joensen

Hóast vit nú eru komin inn í Desember mánaða røkist einki fyri at løgtingið sleppur til hús. Løgtingið hevur enn onga semju um fiskivinnunýskipanina og fíggjarlógin kann heldur ikki samtykkjast áðrenn greitt er hvussu nógvar pengar raksturin av landshúsarhaldinum fær inn av gjøldum frá vinnuni.

Í 2010 var støðan tann sama og løgtingið var saman líka til 22. desember.

Hetta fekk ilt í Heina O. Heinesen, løgtingslim hjá Tjóðveldisflokkinum, sum gav tinglimum av grovfíluni fyri at sita um nakar nissur og samtyktja lógir, sum bara skuldu halda fólk í suðurstreymi í arbeiði.