Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tit eru einglar, sum duga at súkkla

Jóhann Lützen

segði Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs millum annað í røðu sínari, tá Team Rynkeby fór úr Klaksvík í morgun. Vit prenta røðuna.

 

 

Góðu tit øll

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg fyrst og fremst bjóða tykkum øllum vælkomin til hesa hátíðarløtuna.

Ferðin, sum tit hava vant fram ímóti byrjar í dag, og er tað mær ein stórur heiður at siga nøkur orð, áðrenn tit fara longu ferðina til París. 

Fyri 22. ferð fara súkklarar og hjálparfólk avstað við tí endamáli at savna pening til børn vid álvarsomum sjúkum og familjum teirra.

Vit vita øll, at ein slík ferð krevur nógv av tykkum øllum, og tí kann eg ikki siga annað enn, at tit eru fantastisk.

Vit eru errin av tykkum, og serstakliga glað fyri at Team Rynkeby byrjar sína ferð her í býnum.

Á heimasíðuni hjá Team Rynkeby sær man stuðulin, ið er latin síðan fyrstu ferð súkkla varð í 2002 . Tá vóru gávur latnar fyri 38.000 kr, sum uttan iva var nógvur peningur.

Í 2019 var upphæddin munandi hægri, ja haldi tykkum fast, yvir 79 mill.kr og hevur Team Rynkeby í Føroyum savna yvir 11 mill.kr fram til 2022.

Hetta er ikki smávegis upphæddir.

Tá man sær tykkum saman, lýsir tað av tykkum, at tit eru sum ein sterk familja. Eg havi tosað við ein sum var við fyrstu ferð. Hópurin varð lýstur soleiðis:

–       Hjálpsom

–       Stuðlandi

–       Fjálg

–       Fitt og ikki minst

–       Stuttligt

At síggja tykkum á vegnum ger meg glaða, tí eg veit hvat tit gera.

Tá man umboðar kommununa, er nokk ikki vanligt at verða persónligur og kensluborðin, men tad fari eg at vera i dag og vónandi bera tit yvir við mær. Eg fari heilt sikkurt at blíva ordiliga rørd, men soleiðis er tað nú einaferð.

Eg var so heppin at sleppa at vera omma til Petur Marnar. Okkara fyrsta ommu og abbabarn í 5 ár.

Petur Marnar, ella beiggi sum vit kalla hann, var føddur vid einar álvarsligari sjúku sum kallast Aigardi Guatieres syndrom, og bar hetta við sær fjølbrek.

Hann var og er nakað heilt serligt fyri alla okkara familju.

Hann segði ikki eitt orð, gekk ikki eitt fet, men eg kenni ongan, sum hevur sett so nógv og so djúp spor,

hjá so nógvum fólkum sum hann.

Hann er uttan samanbering størsta gáva vit nakrantíð hava fingið.

Beiggi var ein av teimum, sum fekk eina stóra gávu frá Team Rynkeby – Tykkum!

Vit avvarðandi vórðu so ovfarin og takksom fyri hesa gávu.

Ongar treytir vórðu settar til hvat peningurin skuldi brúkast til. Tað var ein gáva sum sonur og verdóttir okkara kundu nýta til akkurát tað tey høvdu tørv á, og kom hesin peningur væl við, eins og tað ger hjá teimum flestu, sum hava sjúk børn og nógvar avbjóðingar.

Tað var tó ikki peningurin, sum setti tey størstu sporini, men tað fantastiska í, at onkur sá og hoyrdi tey, ynsktu at gleða tey, og virdu tey í tí støðu tey stóðu í. Takk fyri tað!

Tey flestu av tykkum hava nokk havt, ella hava tilknýtið, til onkran sum er, ella hevur verið sjúkur, so tit kenna nokk til hvat tann sjúki og teirra avvarðandi fara ígjøgnum.

Okkara skattur er í dag ein eingil.

Og sum nokk flestu av okkum trúgva, so duga einglar at flúgva, men tað eru sanniliga eisini einglar sum duga at súkkla 

Eg veit ikki, um tit eru klár yvir hvønn mun tit gera? Eg veit og havi upplivað tað! Tit eru fantastisk og vil eg takka tykkum fyri tykkara vilja, ídni og ikki minst áhaldni allar hesar mðr. tit hava vant, har tað hevur verið myrkt og ringt veður.

Tað stendur í halgu bók, at sælari er at geva enn at fáa.

Havi tí hug at endurgeva eitt brot úr einum sangi, sum sigur so nógv.

 

Av lívinum lítið tú lærdi

Um ikki tú lærdi tað

næstanum hond at rætta

Áðrenn hann bønandi bað

 

Av lívinum lítið tú skilti

Um tú tá í sól fer í kav

Onkið av øllum tær untist

Neyðstadda næstanum gav

 

Men lærdi teg lívið at rógva

Við næstanum streym harða sjógv

Tá kanst av sonnum tú siga

At lívið tað lærdi teg nógv

Góðu tit øll

Vegna Klaksvíkar býráð fari eg at takka tykkum øllum sum taka lut í hesum fantastiska endamáli.

Takk til tykkum sum hjálpa til, tykkum sum súkkla, tykkum sjálvbodnu í Smæruni, sum á hvørjum ári hjálpa til at fyrireika hetta tiltakið og ikki minst tykkum, sum hava verið so røsk at samla pening inn til Team Rynkeby.

Genturnar handan handilin Bing Bong, børnini í Dr. Margrethu barnagarði og í Blákolluni. Stóra takk fyri, øll somul.

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum eina ógloymandi ferð og blíðan byr. Jesus fylgi tykkum á ferðini.

 

Takk fyri!

Harleywoodpaint