Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tivoli Mylnuhúsið

John William Joensen

Mikudagin til fríggjadagin í seinastu viku, skipaði Mylnuhúsið fyri stórum tivoli-døgum í KÍ-høllini.

Hanna Thøgersen, leiðari á Mylnuhúsinum sigur, at eftir at útibarnagarðurin í Haraldssundi var farin ígongd, varð stovnurin vorðin so stórur, at vit hildu at neyðugt var við onkrum samskipaðum tiltakið, fyri at menna samstarvið ímillum tær ymsu deildirnar, bæði hvat børnum og starvsfólki viðvíkur.
Umleið 160 starvsfólk og børn hoyra til tær fýra deildirnar í stovninum.
Fyrst er Mylnuhúsið, síðani Útistova úti í Grøv, Haraldsstova í haraldssundi og Sodnhúsið í Bøgøtu. Børnini á stovninum eru í aldrinum frá 0 ár og til 9 ár.
Tað er sera umráðandi at ymsu deildirnar arbeiða samskipað og at børn og starvsfólk læra hvønn annan betur at kenna.
Tá vit høvdu valt at fara undir hetta stóra tiltakið í KÍ-høllini, skipaðu vit børn og starvsfólk í 8 familjur við umleið 20 familjulimum í øllum aldrum.
Hvør familja skuldi skipa fyri og hava ábyrgdina av hvør sínum bási í høllini, og sigast má at samstarvið riggaði fyrimyndarligt.
Til at hugna um, høvdu vit leiga tvær hoppiborgir og nakað av øðrum leikum og umframt varð alt gjørd av børnum til børn, ið varð fyriskipað í høllini.
Byrjað var sum sagt mikudagin og seinasta dagin, fríggjadagin, høvdu vit boðið foreldrum, systkjum, ommum og abbum til eitt stórt tiltak, har foreldur í stóran mun undirhildu. Pápi Eyðun, Rani hjálpti okkum við sangi, pápi Tinu var Jógvan Politist, Silvi og Nósi komu á vitjan og klovnarnir Bill og Bløbb undirhildu. Pápi Tóru, Símun á Høvdanum hjálpti okkum við helium og poppcorn.
Hanna Thøgersen sigur, at um 6-700 fólk vóru í høllini fríggjadagin.
Vit halda at tiltakið var sera væleydnað og vit hava tað fatan at børn og foreldur eru samd við okkum í tí.
At enda vilja vit takka øllum sum á ein ella annan hátt hava hjálpt okkum, siga tey í Mylnuhúsinum, Haraldsstovu, Útistovu og í Sodnhúsinum. Um starvsfólk, foreldur og børn ikki tóku lógvatak saman um tiltakið, so hevði tað als ikki verið møguligt at fyriskipa slíkum tiltaki, sigur Hanna Thøgersen, leiðari at enda.