Vit fara aftur í ár at tjóðstarta fríggjakvøldið á Hotel Norð til ársins Norð Festival
Kl. 20.00 verður felagssangur við Jóanis Erik Køtlum, Jóannes hjá Rosu, og Eyðun á Lakjuni, umframt at Bjarki Hansen spælir nøkur løg.
Fríggjakvøldið frá 18.00 til 20.00 fáa vit eisini vitjan av Amerikanarabilum uttanfyri hotellið.
Grill Team serverar sínar vælsmakkandi búffar og kebab, so eingin nýtist at ganga svangur. Eisini er ymiskt gott at sløkkja tostan við at fáa.
Tiltakið er ókeypis fyri øllum gestum og camparum, sum koma á Norð Festival. Her verður eisini møguleiki at fáa armband á frá 18.00 til 20.00
Um tú ikki longu hevur, so keyp atongumerki til ársins Norð Festival her: https://nordfest.atgongumerki.fo/…/2346743/order/info



