Í samband við at almennur fundur fyri tjóðveldisáhugað verður í Klaksvík í kvøld, eru landsstýrisfólk og løgtingsfólk floksins á rundferð í Klaksvík, saman við leiðslu Norðoya Tjóðveldisfelags.
Tey byrjaðu í morgun á Tekniska skúla, síðani vóru tey á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í morgun.
Seinnapartin fara tey at vitja Livar Nysted í Hvannasundi, Hvalnes, Kalanes, Heimadialysuna hjá Sigrið Høgnesen, Garð Nólsoyar Páls og síðani verður almenni fundurin fyri Tjóðveldisáhugað í Miðstovu kl. 19:00.





