Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tjóðveldi fyri seinastu ferð

Jóhann Lützen

Fólkatingsvalið hin 24. mars 2026 verður tann seinasta ferðin, at Tjóðveldi bjóðar seg fram til Fólkating.

Tá Sirið Stenberg, forkvinna, í gjár í Bitanum í Tórshavn legði valskránna og fólkatings-valevnislistan hjá Tjóðveldi fram, var tað við orðunum ”[H]etta verður síðstu ferð, okur fara til fólkatingsval, so okur vilja ordiliga gjarna fara avstað fyri at sleppa niður á Fólkating at siga »Hetta var tað. Takk fyri okum. Okur sløkkja.«”

Útmeldingin fekk lógvabrestir frá teimum, ið komin vóru saman at lýða á.

Hervið vendir flokkurin aftur til røturnar; Tjóðveldisflokkurin hevði í mong ár eftir stovningina í 1948 sum prinsipp ikki at stilla upp til Fólkatingið. Í 1971 valdi flokkurin tó at stilla upp til Fólkatingið fyri fyrstu ferð, og fekk tá eisini mann valdan. Tað var Erlendur Patursson, sum 2 ferðir varð valdur inn og sat fram til 1977. 

Síðani gingu 24 ár, til Tjóðveldi endurvann sessin. Einans Høgni Hoydal og Erlendur Patursson hava verið valdir á Fólkating fyri Tjóðveldi(sflokkin), men fleiri ymisk varafólk hava røkt sessin í styttri ella longri tíðarskeið.

Tilsamans sjey fólk kappast um at gerast tað seinasta tjóðveldisumboðið á Fólkatingi – Liljan Weihe, Eirikur í Jákupsstovu, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Dennis Holm og Annika Olsen. 

Keldur: Trýst her fyri ljóðbrot (far til 00:18) ella her fyri video (far til 01:11).