Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tjóðveldi valdi Eirikur í fíggjarnevndina

Jóhann Lützen

Eirikur fekk telvað seg til týdningarmiklan sess í fíggjarnevndini, og við hesum hevur Tjóðveldi víst ávísan vilja fyri at fáa ein norðing við eysturoyarblóði inn aftur í tað politiska maskinrúmið.

Norðlýsið hevur víst á óhepna valið av landsstýrisfólkum hjá Tjóðveldi, ið bert umboða Suðuroy og Suðurstreymoy. Men við úrslitinum av telvingini um nevndarsessir, kunnu vit eisini staðfesta, at Tjóðveldi hevur gjørt pláss fyri Eirikur í Jákupsstovu í fíggjarnevndini, ið er at meta sum tann tyngsta nevndin í løgtinginum.

Tað sæst eisini, at hinir flokkarnir hava givið oddafólkunum í flokkunum sessir í fíggjarnevndini. Eitt nú er formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, eisini valdur í nevndina saman við Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum.

Sæð við útjaðarbrillum er tað eisini áhugavert, at eingin úr miðstaðarøkinum er í nevndini.

Fíggjarnevndin
Eyðgunn Samuelsen (C), forkvinna
Beinir Johannesen (A)
Bjarni Hammer (C)
Eirikur í Jákupsstovu (E)
Hanna Jensen (F)
Magnus Rasmussen (B)
Steffan Klein Poulsen (H)