Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Todi: Nú var rætta løtan

Jákup Ósá

Todi Jónsson greiðir frá, hví hann valdi at taka av venjarstarvinum í NSÍ.

Todi greiðir soleiðis frá avgerðini á sínum facebook vanga, sum vit hava fingið loyvið til at endurgeva.

– Hetta er ein nýggjur kapittul í mínum lívi. Hóast eg føli meg á heimavølli, so eri eg eisini sera spentur uppá framtíðina. Tað hava eisini verði aðrir møguleikar at blivi venjari, men tá hevur tað ikki passað inn í gerandisdagin við smábørnum í familjuni. Nú fekk eg aftur møguleikan at verða høvuðsvenjari og hesaferð ivaðist eg ikki. Nú passar tað saman við familjuviðurskiftunum, sigur Todi Jónsson.

Saman við Toda verður venjaratoymið í NSÍ mannað við Jens Martin Knudsen og Poul Helga Jacobsen.