Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøkar tíðir til koppseting

Tíðindaskriv

Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið seinnapartin, og nú ber aftur til at bóka tíð til koppseting.

Í dag koma um 6.800 skamtar av koppingarevninum Pfizer/BioNTech til Føroya. Gott 4.000 av hesum fara til at endurkoppseta fólk, ið fingu fyrra prikið fyrst í mai. Hesi fáa í dag SMS-boð við einari tíð til seinna prik.

Samstundis er bókingarskipanin á corona.fo nú latin upp fyri nýggjum bókingum.