Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Elina Poulsen

Óli, Sólvá og Johan Pauli

 

Vit ynskja at takka fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálp, tá okkara kæra mamma, vermóður, omma, langomma og olduromma andaðist.

Elina Poulsen

f. 29.08.1923 – d. 24.02.2019 ættað úr Funningi, búsitandi í Klaksvík

 

Stóra tøkk til Norðoya Bú- og Heimatænastu og Klaksvíkar Sjúkrahús, fyri umsorgan og tænastu síðstu tíðina, og tøkk til tykkum mongu, sum vístu mammu umsorgan meðan hon lá til tað síðsta.

Tøkk til Marjuna prest og Hanus prest.
Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur.
Eina tøkk senda vit tykkum øllum, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum.
Til síðst vilja vit takka tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul

Vegna tey avvarðandi Óli, Sólvá og Johan Pauli