Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Elsba Olsen

Jóhann Lützen

Av hjarta takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma,vermamma, omma og langomma, andaðist og varð jarðað.

 

Tøkk

Elsba Olsen
f. 26.09.1946  d. 12.06.2025
 

 

Stóra takk til Victor á Lakjuni fyri góð og troystarrík orð á kapellinum, og til Sámal Mikkelsen og Jákup Eli Østerø fyri troystarrík orð til  jarðarferðina.

Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri alla hjálp og umsorgan ta tíð hon var innløgd.

Takk fyri urguspæl og klaverspæl í Betesda. Takk fyri heilsanir, uppringingar, bakstur og takk til tykkum, ið hjálptu til á ymiskan hátt.

Takk fyri kransar, blómur og fyri gávur til Zarepta – og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
               

Familjunar vegna
Mona, Jógvan Kristin, Anna Kristina, Una og Urbanus