Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Harald Samuelsen Jensen

Jórun, Olga, Karolina og Jacoba

Vit ynskja at takk øllum tykkum fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálp, tá okkara høgt elskaði maður, páppi, verfaðir, abbi og langabbi okkara

 

 f.10.05.1948 – d. 31.05.2019

 ættaður úr Skopun, búsitandi í Klaksvík

 andaðist og var jarðaður.

 

 

Takk til Ríkissjúkrahúsið neuoroliska avdeiling, fyri sera góða hjálp og tænastu í hann fekk frá tykkum.

Og eina tøkk til intensiva avdeiling á landssjúkrahúsinum fyri umsorgan og linnan, og ikki minni fyri at vit avvarandu sloppu at verða um Harald teir sístu dagarnar í hann var millum okkum.

Og takk til tykkum sum vístu okkum umsorgan og hjálp meðan Harald lá til tað sísta.

Takk til samkomuna í Betesda fyri alla hjálp og tykkum sum høvdu orðið á kapellinum, í Betesda og á grøvini.

Takk fyri blómur og kransar.

Somuleiðis ein takkarbøn til tykkum øll, íð hjálptu til við jarðarferðini og ervinum og til tykkum øll, sum fylgdu Harald til hansara seinasta hvíldarstað.

Hjártans tøkk øll somul

                                

Vegna tey avvarandi

Jórun, Olga, Karolina og Jacoba

 

 

 

 

 

Harleywoodpaint