Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Jastrid Hansen

Jóhann Lützen

Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma og omma

 

 

Jastrid Hansen, Klaksvík,

*02.07.1935 – †10.06.2023

andaðist og varð jarðað.

Takk til talarar fyri troystarrík orð; urgu- og klaverspælarar fyri vakurt undirspæl, teknikarar fyri ljóð og stroyming og samkomuna í Betesda fyri alla vælvild í samband við jarðarferðina.

Takk til øll, sum á ymiskan hátt hjálpti til við ervinum. Takk fyri bakiverk og til tykkum, ið vóru í køkinum og sum borðreiddu. Somuleiðis takk til tykkum, ið komu inn á gólvi. Takk til berarar og gravara. Takk fyri blómur og kransar.

Ein serlig tøkk fyri ta umsorgan, ið varð víst henni á Vistarheiminum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og takk fyri minnis gávur til bú- og starvsfólk á Norðoya Ellis- og Vistarheimið.

Takk øll somul, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.

Familjunar vegna

Páll, Jógvan og Marjun

 

Harleyfacadeacryl