Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – John Pauli Gaard

Jóhann Lützen

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaði pápi, abbi og verfaðir okkara andaðist og varð jarðaður.

John Pauli Gaard

f. 30.11.1948 d. 31.01.2020

Takk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Takk til tykkum øll ið hjálptu til jarðarferðina. Takk til tykkum, sum bakaðu og á annan hátt hjálptu til við ervinum.

Takk til Hanus á Gørðum, prest, og Pól Johannessen, trúboðara, fyri vøkur og góð orð. Takk til kirkjutænarar, gravarar, sangarar og berarar. Takk fyri blómur, kransar og heilsur. Takk til tykkum øll ið fylgdu John til hansara seinasta hvíldarstað.

Familjunar vegna, Helena, Óli og Ingolf