Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Jutta á Hædd

Jóhann Lützen

Takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, omma og vermóðir andaðist 29. september 2024

 

Jutta á Hædd, f. 4. januar 1942 og d. 29. sept. 2024

Takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, omma og vermóðir andaðist 29. september 2024

Av hjarta takka vit øllum, sum hjálptu okkum so væl, tá okkara kæra mamma, omma og vermóðir brádliga gjørdist sjúk og doyði.

Tøkk til starvsfólkini  á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri røkt og umsorgan seinastu tíðina. Tøkk til prestar, kirkjutænarar, urguleikara og hornblásara og tøkk til forsangarar í kirkjuni og við grøvina.

Takk øll tit, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar, heilsanir og vitjanir. Takk tit øll, sum tóku ímóti, tá kistan kom í kirkjuna og takk til tykkum mongu, sum fylgdu.

Við ynski um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Vegna familjuna,

Joan, Jógvan Josias, Petur Pauli, Jónas, Anni og Niclas.