Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Mikkjal Lervig

Maiken Lervig

Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu okkum samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi og abbi

Mikkjal Lervig

F: 21.09.1957   D: 19.08.2019

andaðist og var jarðaður.

Hjartans tøkk til Heilsuverkið fyri ta hjálp, tit veittu honum og til Nánd, sum vóru um hann við góðari hjálp.
Takk tit øll, sum vóru um okkum og hjálptu á ymiskan hátt.
Takk Anne Mette fyri sera góð orð í kirkjuni og Eyðun og Steinbjørn fyri vakran sang.
Vit takka kirkjutænarum og sangarum. Takk tit, sum lótu blómur, kransar og minnisgávur til Krabbameinsfelagið.
Vit takka øllum tykkum, sum bakaðu og á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum.
Takk øll tit, sum vístu Mikkjali tann heiður at fylgja honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Vegna tey avvarðandi

Maiken, Katja, Eyð og Dánjal Pauli