Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tónar í list á Norðurbryggjuni

Jóhann Lützen

Leygardagin 1.mars klokkan 15 letur upp framsýning við føroyskari myndlist á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

 

Tónleikur hevur tónar, og myndlist hevur littónar. Tú kanst bæði komponera eina mynd og eitt tónleikaverk. Ein svita kann vera ein røð av myndlistaverkum ella ein røð av tónleikaverkum við sama tema. Longu í málinum er samanfall millum myndlist og tónleik. Henda framsýningin kannar samanhang og munir millum myndlist og tónleik. Tónar í list (Toner i kunst) er ein tillagað útgáva av framsýningini Tónar í list, kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska eftir hugskoti hjá fyrrverandi stjóranum í Listasavninum Karinu Lykke Grand, ið var framsýnd á Listasavni Føroya í 2023

 

Dialogar millum myndlist og tónleik

Tónleikur er og hevur verið íblástur hjá óteljandi listafólkum. Somuleiðis eru fleiri tónleikaverk gjørd við íblástri úr myndlistini. Á framsýningini eru verk úr myndlistini, sum bæði eru í beinleiðis og óbeinleiðis dialogi við tónleikin. Eisini vísast verk hjá tónleikarum, sum bæði eru tónleikarar og myndlistafólk, og verk, har munur ikki kann gerast á teimum báðum listagreinunum. 

Listafólk í framsýningini eru Hansina Iversen, Margrethe Odgaard og Teitur, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Jóna Rasmussen,  Vigdis Petersen, Olivur við Neyst, Astri Luihn, Ingálvur av Reyni, William Heinesen, Heiðrik á Heygum, & Bartal og Maria Tórgarð, Rammatik.

Les meira á nordatlantens.dk/tonerikunst

 

Samrøður

Í sambandi við framsýningina verður ein serlig skrá, sum útviklar ymiskar dialogar millum myndlist og tónleik gjøgnum samrøður, filmar og smáar cafékonsertir. 

Les meira á nordatlantens.dk/tonerikunst/samtaler