Tónlistaskúlin hevði í kvøld næmingakonsert í nýggju Miðhøllini á Skúlatrøð – hetta sum partur av Torraskránni
Nógv fólk møttu til konsertina – mammur, pápar ommur og abbar. Hetta er tann fyrsta konsertin í ár.
Næmingar framførdu á klaver, violin, blokkfloytu og tvørfloytu. Bæði sum einstaklingar og í bólki. Tey vóru øll sera dugnalig.
Fyri nøkur var hetta fyrsta almenna konsertin, so ikki sørt tey vóru errin.
Millum kendu løgini vóru: Tað liggur ein kavafonn tindi á, Kall og Svein ungi og Love me tender. Verk eftir Mozart og Bach vóru eisini í rúgvuni.
Undirvísarar eru: Helga Gerðalíð, Laila Nielsen og Ludmila Berezina





















