Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppbrak í Klaksvík mikukvøldið

Jákup Ósá

KÍ og EB/Streymur/Skála bresta saman í toppdysti í bestu kvinnudeildini mikukvøldið.

7 umfør eru eftir í kvinnudeildini, har KÍ og EB/Streymur/Skála liggja jøvn í stigum, men har KÍ nú hevur fingið munandi betri málmun og liggur á odda. Liðini hava tveir innanhýsis dystir eftir móti hvørjum øðrum. Tí verður dysturin mikukvøldið sera avgerandi fyri, hvør stendur við bestu kortunum at vinna FM. Síðsta umfar møtast liðini aftur á heimavølli hjá EB/Streymi/Skála. Fyrr í ár hevur EB/Streymur/Skála sligið KÍ út úr steypakappingini, men nú er spurningurin, um EB/Streymur/Skála megnar at steðga FM røðini hjá KÍ.

Dysturin í Klaksvík mikukvøldið byrjar kl. 19.30.