Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdystur í Klaksvík í kvøld

Jákup Ósá

Teir báðir størstu FM-favorittarnir í bestu kvinnudeildini møtast í Klaksvík í kvøld.

KÍ og NSÍ hava bara spælt ein dyst í part í ár sum tey hava vunnið. Hetta eru liðini, sum hava ligið í toppinum síðstu árini. Í fjør vann KÍ FM, meðan NSÍ vann steypakappingina, og mong vænta, at hesi verða eisini tey fremstu liðini í ár.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 19.45.