Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdystur í Klaksvík í morgin

Jákup Ósá

Mjølnir og ÍF bresta saman annað vikuskiftið á rað.

Kanska eru tey móð av hvørjum øðrum nú. Í øllum førum hava mansliðini hjá Mjølnir og ÍF spælt ofta móti hvørjum øðrum í Klaksvík innan stutta tíð. Fyrst møttust tey í hálvfinaluni í steypakappingini, síðani i landskappingini og nú umaftur í landskappingini.

 

ÍF tók oddasessin seinasta vikuskiftið. ÍF hevur 24 stig, Mjølnir hevur 23 stig og Fleyr hevur 18 stig. Vinnur ÍF aftur hesaferð, sum teir hava gjørt hinar dystirnar, og Fleyr vinnur sín dyst á SÍ, so verður stórur spenningur um 2. plássið. 

 

Dysturin millum Mjølnir og ÍF byrjar leygardagin kl. 15.00 í Klaksvíkar Badmintonhøll.