Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdysturin KÍ-Víkingur verður sunnudagin

Jákup Ósá

Toppdysturin er fluttur til sunnudagin. 

Nú eingin Summarfestivalur er og liðini høvdu dystir mánakvøldið, so hevur KÍ sum skilst havt eitt ynski um at fáa dystin fluttan til sunnudag, tá KÍ altíð spælir sínar dystir. Hesum hevur Víkingur sagt ja til. Og tað eru teir helst glaðir fyri í Víkingi, tí lylaleikarin, Sølvi Vatnhamar, sat uttanfyri í gjár móti B36 við skaða. Sum skilst er talan tó ikki um álvarsaman skaða og dystarflytingin ger møguleikarnar betri fyri, at Sølvi kann spæla móti KÍ. Hjá KÍ er Claes Kronberg tøkur eftir leikbann, meðan dystarflytingin helst eisini hjálpir Bob Sumareh, sum hevur ein snudd og tí ikki spældi í gjár. 

Annars fingu liðini einki leikbann í gjár. Tí er at vóna, at Sølvi og Bob eisini verða klárir, so bæði liðini kunnu spæla í tí, sum er nær við sterkastu uppstilling, ið hóðskar seg best einum toppdysti. 

KÍ er 7 stig frammanfyri Víking undan dystinum.