Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppskorari í Klaksvík

Jóhann Lützen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur bleiv við sínum  309 persónligu  atkvøðum  í Klaksvík  toppskorari í Klaksvík  til fólkatingsvalið. Samanlagt fyri alt landið bleiv tað til   572 atkvøður  og  rakk tað til eitt samlað  4. pláss  á listanum hjá fólkaflokkinum.

 

(grein úr blaðnum)

 

Hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum uppá 8,5% samlað,  so bleiv fólkatingsvalið  besta  persónliga valið nakrantíð hjá Elsebeth. Í mun til seinasta fólkatingsval, bleiv talan um eina framgongd uppá knapp 30 %.  Sæð í ljósunum av nógva prátinum um javnstøðu í uppstillingini hitti   Norðlýsið  hana til eitt prát.

Ja, tað er rætt, at hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum, so bleiv hetta mítt besta persónliga val  nakrantíð. Tað eri eg sjálvandi  ovurfegin um og sera takksom fyri og vil enn einaferð nýta høvið at  takka   øllum hesum 572, sum atkvøddu fyri mær persónliga.  Eg havi fingið atkvøður kring alt landið, og tað seti eg stóran prís uppá.  

Vit spurdu Elsebeth um orsøkina til góða  persónliga úrslitið hjá henni, hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum.     Elsebeth sigur, at hon altíð ger eitt stórt arbeiði, tá  val er .  Tá eg fari á vøllin, so er tað fyri at fáa eitt gott úrslit og vinna.   Eg havi tó eisini nøkur ítøkilig úrslit at vísa á.

 

Nøkur av avrikunum

Fólk fylgja  tíbetur væl við og  eg rokni við, at tey síggja úrslitini av mínum arbeiði, og løna mær fyri tað eisini, hóast talan er um eitt fólkatingsval.  

Bara fyri at nevna nøkur av ítøkiligu  úrslitunum eg náddi  sum landsstýriskvinna í góð 2 ár á  almanna- bústaðar- og javnstøðumálum  kann eg nevna  Skálagarð, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum – eitt heim til fólk við seinheilaskaða.

  • Mýran, nýggja sambýlið á Mýruni í Hoyvík, sum verður klárt at taka í nýtslu skjótt
  • Nýtt Bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu verður í løtuni bygt  á Argjum
  • Dagtilhald fyri minnisveik undir 67 ár komið á Glyvrum
  • Jústabrekka í Klaksvík, eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar
  • Bústaðarpakkin, sum gav bústøðum heimild at læna 450 mill til at byggja bústaðir fyri

Trúgvi nógv seta prís uppá, at flokkurin raðfestir hesi økini.

 

Hava raðfest bleytu virðini ovarlaga

Í hesum valskeiðinum hava vit  so dyggiliga fingið  prógvað, at fólkaflokkurin sanniliga raðfestir sokallaður  bleytu virðini ovarlaga. Ongum nýtist at velja aðrar flokkar fyri at fáa  bleytu virðini raðfest ovarlaga. Ongantíð áður er so nógvur peningur avsettur til heilsu- og almannamál.  Vit kunnu  siga, at vit hava yvirhálað javnaðarflokkin innanfyri  á hesum økinum sigur Elsebeth við einum skálkabrosi.

 

Etisku málini

Norðlýsið spurdi eisini Elsebeth um stríðið um tey etisku virðini kann hava havt  týdning fyri  vali, bæði negativt og positivt. Tað veit eg ikki rættiliga, men møguliga hevur tað  spælt inn.  Eg havi íhvussu er  altíð staðið  føst við míni grundvirðir á tí etiska økinum. Tað fari eg ikki at krógva burtur ,  og tað fari eg  framhaldandi altíð  at gera.

Tá tað so er sagt, so  vil eg skunda mær at leggja aftrat og leggja dent á,  at tað sanniliga eisini er eitt av mínum  grundvirðum,  at vit ikki hava  loyvi til at  fordøma onnur.  Tað hoyrir ikki okkum til. Vit liva tíbetur  í einum frælsum og demokratiskum landi við skrivi-/ talu- og trúarfrælsi  og kunnu siga okkara meining, men vit skulu ikki fordøma onnur.

Avrikssamgonga á mongum økjum

Socialistiskur oyðimarkarpolitikkur steðgaður
Eftir 4 ára oyðimarkargongd í fiskivinnuni undir  undanfarnu socialistisku samgonguni, hava vit skapt tryggar karmar til okkara fiskivinnu.   Úrslitið er, at fleiri nýggj skip eru komin í fiskiflotan og onnur eru á veg.   Vit eru á veg fram í oddin aftur.

Meir til pensionistar
Í hesum borgarliga samgonguskeiðinum  fáa pensionistar  væl hægri upphæddir útgoldnar.  Í 2023 fer ein stakur pensjónistur at fáa 1.625 kr meira útgoldið um  mánaðin enn áðrenn henda borgarliga  samgongan tók við. Ein giftur pensjónistur fer at fáa  1.568,- kr meira útgoldið um mánaðin enn áðrenn henda borgarliga samgongan tók við. Tað vil siga, at eini hjún fara at fáa kr 3. 136 meira tilsaman útgoldið netto, enn táið vit tóku við.

 

Samferðsla og skúli 

  • Nýggir Tunlar Norður um fjall og tunnil til Famjins verða gjørdir
  • Byrjað er at byggja nýggjan  húsarhaldsskúla

 

Vónir til løgtingsvalið

Spurd um vónirnar til komandi løgtingsval, svaraði Elsebeth, at vónirnar mugu vera   góðar. Vit hava jú  besta politikkin og mest av øllum, so hava vit  nógv góð úrslit at vísa á.  Tað er ikki bara prát og rokniørk.   Hendan samgongan hevur avrikað stórmál, og vit ætla at avrika meir, um veljarin loyvir tí.

Á seinasta løgtingsvali blivu vit størsti flokkur á tingi. Tað var ikki uttan orsøk. Fólkið sá, at socialistiski oyðimarkarpolitikkurin førdi ongan veg. Fiskiflotin var blivin afturútsigldur og vinnan føldi seg ótrygga við støðuna.  Ongin tordi at gera íløgur. Vit  vendu keðiligu gongdini.

Men tá tað gongst væl í samfelagnum, og tey borgarligu hava fingið samfelagið í gongd aftur, og fólk byrja at tjena pening,   tá eydnast ofta socialistunum at koma innaftur  við at  tosa um órættvísi og ójavnt býti. Tað hava vit sæð fyrr.  Socialistar síggja reytt,  um nakar   tjenar pengar.   Tað skal sum mest inn í landskassan til umfordeiling. Tað drepur allan virkishug.

Nú  ræður um at samla allar góðar kreftir í flokkinum og sláa ring um flokkin.  Vit hava enn sum áður besta politikkin á øllum økjum, og vit mugu fáa góða politikkin  í fokus.  Vit hava tað bestu vøruna og skulu duga  at selja hana.   Vit ynskja ein tryggan grundvøll at byggja okkara vælferðarsamfelag á.  

 

Vit skulu framhaldandi verða stórsti flokkur á tingi

Vit mugu bara viðurkenna, at vit høvdu eitt vánaligt fólkatingsval, men vit eru enn stórsti flokkur á tingi og tað skulu vit framhaldandi verða eftir komandi løgtingsval.  Vit mugu nú  samla allar góðar kreftir í flokkinum og hyggja frameftir til komandi avbjóðingina, sum er løgtingsvalið.   Um øll, sum taka undir við okkara politikki, standa saman um flokkin og velja fólkaflokkin  so vinna vit, tí vit hava besta politikkin og Føroyar hava brúk fyri okkara politikki.

Vit hava livað upp til álitið, sum flokkinum varð víst  á seinasta løgtingsvali. Eg vóni og vænti, at veljarin minnist tað til komandi løgtingsvali, og ikki letur seg tøla.