Tor Nørretranders er ein av trimum teinkjarum, sum fer at halda upplegg á stóra temadegnum í Norðurlandahúsinum 24. september 2021.
Kom og hoyr hansara boð uppá, hvussu vit skulu hyggja uppá framtíðina og hvørjar broytingar mugu til.
Hygg fram – og ímynda tær ein annan heim
Tann heimurin, sum vit kenna frá okkara egnu livitíð, hevur onga framtíð, sigur Tor Nørretranders.
Klimakreppan er mest akut
Men eisini trupulleikar við lívmargfeldi (biodiversitet), rótleysi hjá okkum menniskju og afturgongdin hjá felagsskapunum troka seg fram. Nørretranders heldur, at vit mugu síggja í eyguni, at stórar broytingar mugu fara fram í mátanum vit framleiða og liva.
Men hann er eisini optimistiskur
Hann heldur, at menniskju duga tíbetur framúr væl, at hyggja fram og ímynda sær okkurt annað enn tað kenda. Vit duga enntá at kenna á okkum, um okkum dáma eitt hugskot um eina broytta framtíð, hvar tað sær betri út við klima, har margfeldi í umhvørvinum er stórt og har fólk frøast um okkara samfelag.
Á temadegnum fer hann …
…at agitera fyri, at vit mugu hyggja fram og fáa eyga á blíðskapin og generøsitetin, sum finst í okkara umhvørvi. Vit skulu halda uppat at vera so altrá eftir at kontrollera alt og hvønnannan. Vit skulu tora at trúgva uppá, at jørðin kann rúma ein annan og betri heim. Ein villari heim, sum vil vera meiri vinarligur.
Tor Nørretranders er kendur danskur rithøvundur, sum hevur skrivað nógvar kendar bøkur. Fyrst og fremst fakbøkur, sum handla um tað at vera menniskja. Hann hevur skrivað um alt frá rolluni hjá náttúruvísindini í okkara tíð, umhvørvistrupulleikar, kríggj, kreativitet, religión vm. Eitt nú hevur hann skrivað “Det udelelige om Niels Bohr og kvantefysik”, “Mærk verden”, “Det generøse menneske”, “Menneskeføde”, “Vær Nær” og “Se frem”.
Gleð teg til ein sera spennandi temadag, við trimum øðrvísi hugsandi ….sum fara at geva teirra boð uppá hvussu vit takkla framtíðar avbjóðingar og trupulleikar.
Á degnum verður eisini høvið til at fáa innlit í tankarnar hjá Svend Brinkmann og Rane Willerslev um framtíðina og hoyra teir hava eina samrøðu um samrøður.




