Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torbjørn Grytten gleðir seg at spæla í Føroyum

Jákup Ósá

KÍ gjørdi síðsta vikuskiftið sáttmála við norska álopsleikaran Torbjørn Grytten.

23 ára gamli Torbjørn Grytten hevur síðstu árini spælt við Brattvåg í 3. og 4. bestu norsku deildini, har hann hevur skorað 47 mál í 79 dystum. Árini 2012-2015 spældi hann í bestu norsku deildini við Aalesund, har hann skoraði tvey mál í 29 dystum. Talan er um álopsleikara, sum er 1,83 metur høgur.

 

Ætlar at skora nógv mál

Torbjørn Grytten sigur við Norðlýsið, at orsøkin til, at hann valdi at royna seg í Føroyum var, at hann vildi royna nakað nýtt.

– Eg føldi, at eg hevði brúk fyri onkrum nýggjum, og tí føldist tað rætt, at skifta felag. Eg fekk eitt gott inntrykk av Føroyum, tá eg hugdi eftir umstøðunum, og eg haldi, at hetta er eitt fínt felag hjá mær at taka mítt næsta stig í, sigur Torbjørn Grytten. Hann lýsir seg sjálvan sum ein skjótan málvandamiklan álopsleikara, sum elskar bakrúmið.

– Eg vænti, at eg komi at skora nógv mál og at liðið skal stríðast í toppinum. Eg vóni, at mín tíð í Føroyum verður positiv og eg gleði meg at byrja ein nýggjan kapittul í mínum lívi, sigur Torbjørn Grytten við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl