Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn Jacobsen: Antitrust-humbukk

Helgi Abrahamsen

“Idéin tykist vera eitt frontalt álop á alt tað verandi, tí onki var jú eksisterandi fyri Skapanardagin hjá teimum trimum musketerunum hin 1. januar 2018. Tað hevði hjálpt heilt betýðiligt um teir høvdu lúkað hetta antitrust-humbukkið úr uppskotinum.” Soleiðis skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, á facebook í morgun.

“Einaferð var tað fyri og eftir Kristus. Nú verður tað fyri og eftir Vilhelmson, Michelsen og Hoydal,” sigur hann.

Økiskvotur

Tórbjørn Jacobsen tekur heldur ikki undir við ætlanunum um økiskvotur.

“Teir sum ganga við fullum lummum av Fólksins ogn á firðum og vágum í Føroyum, og hava selt til teirra sum tímdu at fáast við vinnu í Føroyum skulu nú lívgast aftur. Hetta letur seg gera, tí at sambært nágreiningini omanfyri – fyri og eftir – hjá landsstýrinum, hava teir ongantíð verið til. Um antitrustreglan verður tikin út aftur fáa hesir selt ta somu vøruna einaferð enn til teir somu keyptu fyrru ferð, alternativt gerast teir strámenn fyri hesar,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

Hann kallar ætlanina um at stovna grunnar, ið skulu umsita pengarnar frá uppboðssølunum fyri “nýggjar ráfiskagrunnar”:

“Ætlaðu nýggju ráfiskagrunnarnir síggja eisini nakað ótespiligir út, og ansast skal eftir, at vit ikki fløkja okkum uppí eina slíka suppu aftur,” sigur hann.

Tórjørn Jacobsen sigur seg síggja nógv skilagott í uppskotinum, serliga á lívfrøðiliga burðardygga økinum, men har er eisini nógv skilaloysi, sum má lúkast burtur, annars fæst fiskivinnan ikki at virka optimalt til frama fyri øll.

“Nú eigur landsstýrið at lurta og at vera móttakiligt fyri góðum ráðum soleiðis, at hetta møguliga kann gerast eitt brúkiligt uppskot, tá tað einaferð verður samtykt sum lóg av so nógvum tingmonnum sum gjørligt,” sigur hann.