Tórður Mikkelsen flytir fram røðu á Grækarismessuhaldinum í Skálanum í morgin. Byrjað verður kl. 18.00 við skrúgongu úr Vágstúni niðan í Skálan.
Grækarismessuhald verður aftur í Klaksvík, eftir at hava ligið stilt í nøkur ár. Í morgin, mánadagin 12. mars verður Skálin karmur um Grækarismessuhaldið.
Klaksvíkar Dansifelag hevur tikið táttin upp aftur og byrjað verður kl. 18 við skrúgongu úr Vágstúni niðan í Skálan. Klaksvíkar Hornorkestur og skótarnir luttaka.
Vit spurdu røðaran Tórður Mikkelsen um eina viðmerking.
– Eg haldi tað er flott, at Dansifelagið tekur hendan táttin uppaftur eftir at hann hevur ligið stillur. Tí vildi eg ikki siga nei. Eg havi ongantíð hildið grækarismessurøðu fyrr, sigur Tórður



