NSÍ hevur væntandi nýggjan málverja til venjingardystin í morgin.
Báðir málverjarnir hjá NSÍ, Símun Rógvi Hansen og Andras Gango, eru í løtuni skaddir. Tað merkir, at NSÍ manglar málverjar og til NSÍ venjingina hósdagin var Tórður Thomsen aftur at síggja við Løkin. Tað skal tó ikki leggja meir í tað enn, at hann bara veitti eina hjálp.
– NSÍ hevur havt so stóra ávirkan á, at eg havi kunnað spælt fótbólt øll hesi árini, so tað er tað minsta, at eg hjálpi teimum, tá teir mangla málverja sum í hesi støðuni, men meir skal ikki leggjast í hetta, sigur Tórður Thomsen, sum væntar at vera við í venjingardystinum í morgin ímóti EB/Streymi. Dysturin við Løkin byrjar kl. 11.00.


