Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torleif í Miðhøllini

Tekst og myndir: Dávur Winther

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari greiddi ræði frá byrjanini av Sjómanskvinnuringunum, sum so smátt komu upp í 1918 í Suðuroy, har mikil sjóvinna var tá og breiddu seg seinni um allar Føroyar.

Í 1928 verður rættilig skipan og ferð sett á, tá Sofie E. Højgaard úr Rituvík setur lýsing í bløð við áheitan um at tekna seg sum lim í Sjómannmissjónins Kvinnuligu Arbeiðara í Føroyum – kallað, SKA. Ein kvinna, sum loftar hesum arbeiði væl, er Ása H. Ellefsen vesturi úr Vágunum, mamma Paula Ellefsen, fyrrverandi løgmann.

Petur Johannesen – Piddi á Sjómansheiminum, pápi sjónvarpsmannin, John Sigurd Johannesen gjørdi eitt størt arbeiði fyri at menna um kvinnuringarnar í 1950-unum og fram eftir.

Jóhan Olsen, sjómanstrúboðari úr Rituvík tað sama í 1960 – 1992.

Tá ið flestir sjómanskvinnuringar hava verið, hava teir verið 70 í tali – um at kalla allar Føroyar, enntá á Skarvanesi var ein. Nú eru teir 34 í tali.

Torleif vísti á eitt roknistykki, hann hevði gjørt, um hvussu nógvir jólapakkar munnu verða gjørdir og til hvønn kostnar, um man skuldi keypt allar hesar vørur.

Frá 1948 – 2022 hava sjómanskvinnuringarnir latið um 90.000 jólapakkar. Um man ásetur, at hvør pakki kostar kr. 200,-, so er talan um kr. 18 mill í hesum tíðarskeiði.

Alt verður tó gjørt ókeypis og annars við stuðli og gávum frá teimum, ið eru við í kvinnuringunum, sum liggur í orðinum, bert eru kvinnur.

Betta

Aftaná framløguna hjá Torleif, las Betta á Dalinum – Elisabeth Joensen,  eina yrking upp, ella eina søgu, sagda uppá rím, hon hevði gjørt um ein sjómann, sum hevði fingið ein jólapakka, har tað lá ein seðil í við navninum á kvinnuni, sum hevði gjørt og latið pakkan.

Hann setti seg í samband við damuna, og tað rann saman teirra millum, sum tað sigst hava gjørt onkuntíð fyrr við hesum pakkunum.

Ein sera beinrakin og hegnisliga væl yrkt yrking, sum vit fáa ein bita av niðanfyri – Hon verður setta í Norðlýsið í fullari longd seinni.

Jólapakkin frá sjómanskvinnuringi

Hann var smæðin og spakur,

raskur og vakur.

Tá ið ungdómstíðin fyri stóð,

var tað havið, sum dró.

– – – –

Ei gloymdi fyrstu ferð, hann fór umborð,

frá mammuni fekk góð orð.

Lívið var hart, og sjóverkur ringur,

sárhentur, ofta bløðandi fingur.

Eingin mamma at hjúkla og ugga,

har var eingin bøn, noyddist knugga.

Heimlongsul og neyðin svár,

av kinnum turkaði tár.

– – – –

Tó helt hann fram summar og vetur.

Førini gjørdust betur og betur.

Strevaðust fyri dagligt breyð,

tað kundi galda lív ella deyð.

– – – –

Fongríka hav, sum frá sær nógv gevur,

loyndarfult, øsandi, eisini krevur.

Hóttandi luft, grá yvir sjógv,

kolandi stormur og skolan um bógv.

Aldurnar kundu vísa tenn,

mintu um sjólætnar menn.

– – – –

Í silvitni kundi havið liggja,

sum góðdýr, í føgrum litum skyggja.

Brennandi sól á bátadekki,

eingin ótti og eingin ekki.

– – – –

Væl bjálvaðir menn í kava og ísi.

Klárur himmal og mánalýsi.

– – – –

Aftur einaferð halda jól umborð,

hóast heimlongsul, so vóru bestu kor.

Allir mans gjørdu sítt til at hugna

við øllum tí, sum teir kundu dugna.

Kokkurin bar tað besta á borð,

skiparin las tey væl kendu orð,

um Jesusbarnið, sum kom jólanátt,

sum lýsir í myrkri og alt ger gott.

Rúmið fyltist við jólasangi,

mansrøddir vakrar við góðum klangi.

Jólagávur frá teimum har heima.

Kvinnuringar ei sjómannin gloyma.

– – – –

Hann fekk ullintar hosur og jólakort hjá,

sum hann fjaldi, tí gentunavn stóð á.

Hann visti, hvør hon var, sum gávuna gav,

í koyggjuni las, og lítið hann svav.

Hon var ein føgur rósa,

sum hann ynskti sær at kjósa.

Ei var at halda seg aftur,

hon var dýrabærur skattur.

 

Søgan endar ikki her, men heldur fram seinni, tá ið øll yrkingin verður sett í blaðið.