Í dag stóð á skrá Torraguðstænasta við altargongd
Hanus á Gørðum, sóknarprestur prædikaði og Daisy Lolk Johannesen sang við til preludium og eftir prædikuna sang hon Eg skar mítt navn.
Prædikuteksturin var Markus 9, 14 – 29, har ein drongur við málleysum anda verður grøddur
Prestur fegnaðist um, at góður fiskiskapur var í Barentshavinum
Prestur tók í við endan av prædikuni, at nú Torradagarnir eru fyri verður biðið eftir, at fiskur í ríkiligt mát má koma á grunnarnar.
Hanus á Gørðum, sóknarprestur endaði prædikuna við at spyrja, “Torir tú at koma fram fyri Guð við tínum avbjóðinum? – Torir tú at líta a Guð”? Spurdi hann.
















































