Í fjør vóru Torrdagarnir ikki vegna koruna, men í ár verður lagt til rættis soleiðis, at miðjað verður eftir, at Torrdagar verða 21. – 26. februar 2022, sum ætlað.
Vitandi, at smittan er høg júst nú, verður hildið, at vit ríða á aldukambinum í hesum døgum, og at um fimm, seks vikur hevur smittan lagt seg so mikið, at til ber at hava Torradagar við fyrivarni.
Helst verður skráin ikki so full pakkað, sum onkuntíð fyrr, men er ætlanin at hava onkrar framløgur og hugnaløtur í Smæruni seinnapart á degi og so eisini nakrar kvøldsetur í Miðhøllini á Skúlatrøð. Lagt verður eisini upp til, at fiskivinnutingið og okkurt afturat verður.
Tí eru tit, ið hava eitthvørt at seta á skránna, vælkomin at gera vart við tykkum á dw@klaksvik.fo
Vísir tað seg tó, at smittustøðan ikki er nøktandi vikuna frammanundan Torradøgunum, verður støðan tikin upp til viðgerðar tá.












