Hóast bert tríggir dagar eru farnir av Torravikuni kann longu staðfestst at mentannarvikan er sera væl eydnað.
Ungdómar í Bókasavninum løgdu fram nýggja orðabók við "slang" orðum – konsert fyri skúlanæmingum í ósáskúlanum.
Fyrilestur við kendum havfrøðingi um veðurlagið.
Og áhugaverd vitjan úr Íslandi, eru nøkur av tiltøkunum sum hava verið higatil á Torravikuni í Klaksvík.
——
Bjørn Torsteinsson, mentanarleiðari hjá Kópavogs kommunu greiddi í gjárkvøldi hugtakandi frá, hvussu vinarbýurin hjá Klaksvík er tvífaldaður síðstu 18 árini
Á fremsta bonki í býráðshøllini sótu umboð fyri Bridgefelagið, sum vóru upprunin til vinarbýarsambandið, sum varð knýtt millum Kópavog og Klaksvík.
Eisini vóru fyrrverandi politikarar við á fundinum, sum hava havt eitt virkið og langt samstarv við Bjørn Torsteinsson og býráðið í Kópavog.
Ein av lyklunum til, at býurin er vaksin so skjótt, er, at býurin hevur megnað at útbyggja veganetið og útvega byggigrundir til vinnuna – og ikki minst sethúsagrundir.
Men annar sera umráðandi táttur er at kunna byggja, so kringumstøður á mentanarøkinum eru góðar. Tí fegnast tey í Kópavogi um, at teir hava klárað í góðari samvinnu við vinnulívið at byggja tónlistaskúla, náttúrusavn, stórt nýmótans bókasavn og listasavn, innilokaðan fótbóltsvøll, tvær stórar svimjihallir, fleiri nýggjar skúlar og mikið meira.
Tann størsta avbjóðingin er nú at byggja eina operu, sum t.d. skal liggja 10 metrar undir jørð og annars stinga nakað uppum kringumøkið. Kostnaðurin fyri hesa bygging er 200 mió. kr. Peningin er ætlanin at fáa frá vinnuni, útlendskum stuðuli og altinginum.
– Kópavogur er ein áhugaverdur býur, sum hevur havt ein sunnan vøkstur, har neyðugir karmar eru skaptir á øllum økjum, so trivnaðurin er í hásæti – greiðir Bjørn Torsteinsson frá. Bjørn var boðin til Klaksvíkar í sambandi við Torravikuna. Við sær í ferðini hevði hann Páll Palomares og Hákon Bjarnason, sum spældu violin og klaver til framløguna. Sum nakað óvæntað spældu teir Tillukku til tín, av tí at Bjørn henda dagin fylti 65 ár.
Aftaná varð boðið til kaffi og køkur. Á eini av vøkru lagkøkunum varð skrivað “65”.
Sí myndir




