Torraskráin strekkir seg frá mánadegnum 19. – sunnudagin 26. februar 2024. Nógv ymiskt er á skrá, og ber til at kunna seg um skránna á klaksvik.fo, nordlysid.fo og í Norðlýsið blaðnum
Torrablaðið er á gøtuni mánadagin 19. februar
Her er skráin mánadagin 19.02.24.
kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða
Listaframsýning á Biskupstorgi – Hanus Lind Sørensen og Maria Mørkøre sýna fram
kl. 11.30 – 15.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð – Angus.fo – 457777
kl. 12.00 – 20.30 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni: Fríða fiskasuppa við hýsu, Brokkolisalat við laksi, Croissant fyltur við kalvasalat, Fríða Bacalao – Eisini er annað mangt á borðseðlinum
kl. 13.00 – 17.30 Blái Krossur Føroya
Klæðir kunnu latast inn allar dagar. Vælkomin inn á gólvið.
kl. 15.00 – 18.00 Spinnaríið – Klingrugarður
Søguinnsavnan – Áhugafelagið Spinnaríið ætlar at skipa eina fasta framsýning á Spinnarínum um søgurnar hjá Klaksvíkar Ullvirki og Norðoya Ullvirki. Kanst tú hjálpa okkum?
Hevur tú myndir, tilfar ella søgur frá ullvirkinum hjá Monu Olsen ella ullvirkinum hjá J.F. Kjølbro?
Tað er eisini áhugavert við munnligum frásagnum. Vit kunnu skriva niður ella taka upp á band.
kl. 16.00 – 18.00 Spinnaríið – Klingrugarður
Ungir listaspírar – Áhugafelagið Spinnaríið skipar á Torradøgum fyri framsýning við nøkrum ungum listaspírum úr norðurøkinum.
Dorit Hansen, ein av stigtakarunum, sigur nøkur orð.
Framsýningin er ókeypis.
kl. 17.00 – 21.30 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð – Angus.fo – 457777
kl. 18.30 – 20.30 Blái Krossur Føroya – Opið hús í Blákrossbúðini á Klaksvíksvegi 63
kl. 19.00 Alisa Hammer frá ”Títt Rúm” og Lív Brúsá frá ”Liv Lívið” fortelja um týdningin av fyribyrgjan.
Eisini verður aðalskrivarin Edva Jacobsen til staðar.
Kaffi er á kannuni.
kl. 19.00 Miðhøllin á Skúlatrøð
Torrakonsert á Skúlatrøð – Tónlistaskúlin skipar fyri konsert við næmingum og lærarum.
Skráin er blandað við ymiskum bólkum, bæði klassiskum og rytmiskum. Í pausuni verður høvi at keypa kaffi og kakur og soleiðis stuðla næmingum, sum í næstum fara til Íslands at venja saman við musikkskúlanæmingum á Selfossi.
kl. 19.00 Café Gloria
Sangløta – Andakt og hugnakvøld.
Elim saman við Frelsunarherinum hava andakt og skipa fyri sangkvøldi, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.
Sí Torraskránna her


























